Løgreglan vil hava fleiri kvinnur

Bara 10 prosent av donsku løgreglufólkunum eru kvinnur, og tað er alt ov lítið, sigur leiðslan. Í ár eru 30 ár, síðani tann fyrsti kvinnuhópurin varð settur í starv í donsku løgregluni, men kortini vantar nógv í, áðrenn talan verður um nakað, sum líkist javnstøðu. Tað skrivar JydskeVestkysten í dag.

Blaðið veit at siga, at leiðslan í løgregluni nú er farin undir eitt átak, sum skal fáa fleiri kvinnur at fáa saær løgregluútbúgving.

-Tað er eingin, sum sigur, at vit skulu hava líka nógvar kvinnur sum menn í løgregluni, men tað er umráðandi, at samansetingin er ein spegilsmynd av samfelagnum, sigur Lene Frank, løgregluovasti, við JydskeVestkysten.