Løgreglan vil frætta um horvnan bil

Sunnumorgunin ringdu fólk úr Sundunum í Kollafirði til politistøðina í Havn, tí at ein bilur við tendraðum lyktum stóð tvørur á landsvegnum niðanfyri bygdina.

Tá løgreglan kom á staðið sóu teir, at framrúturin í bilinum var brotin.

Bilurin var heimahoyrandi í Streymnesi, men har sá løgreglan ongan. Seinni um dagin hevur ánarin meldað til løgregluna, at bilurin var horvin úr túninum, meðan eigarin hevði verið út í veitslu.

? Vit frætta tí fegnir frá fólki, sum hevur sæð hendan bilin, ella veit, hvussu hann er endaður á landsvegnum í Kollafirði, sigur Suni Vinther