Løgreglumenn skulu ansa eftir landsins borgarum. Men løgreglumenn kunnu eisini sjálvir koma at gera nakað skeivt, og tá er spurningurin hvør ið skal ansa eftir teimum.
Í Danmark sleppur politiið ikki longur at viðgerða og taka støðu til kærur um politiið. Hetta tryggjar ein skipan, ið verður rópt politikærunevndarskipanin.
Í kærunevndarskipanini er tað er ein statsadvokatur, sum viðgerð kærurnar um løgregluna. Í øðrum lagi skal ein óheft nevnd hava eftirlit við at úrskurðurin hjá statsadvokatinum er í lagi.
1. januar var ein líknandi skipan sett í verk í Grønlandi.
Men í Føroyum situr løgreglan framvegis við borðið, tá kærur um politiið skulu viðgerðast.
Her er skipanin við eini sonevndari lokalnevnd framvegis galdandi. Lokalnevndin ger ongar kanningar sjálv. Hon tekur bert ímóti kærum, og sigur frá um málið er nóg væl lýst.
Í lokalnevndini eru átta limir, sum viðgerða kærurnar um politiið. Ein advokatur, fýra løgtingsmenn, fútin - og tveir løgreglumenn.
Eru bundnir
Bjørn á Heygum, advokatur heldur tað vera skeivt, at løgreglan sleppur at viðgera kærur um seg sjálva.
-Tað er altíð skeivt at sita í eini nevnd og viðgerða seg sjálvan. Løgreglumenn ella umboð fyri løgregluna kunnu av góðum grundum ikki vera heilt objektivir, tá tað snýr seg um kærur móti starvsfeløgunum, sum eru farnir út um mark, sigur advokatrin, sum hevur lítla tiltrúgv til lokalnevndina sum eftirlitsstovn í málum um politikærur.
-Umboðini fyri politiið og ákæruvaldið eru av góðum grundum bundin av ávísum áhugamálum, sum kunnu gera seg galdandi í lokalnevndini. Tí kunnu teir í ein ávísan mun koma at føra sjónarmið fram, sum røkja teirra seráhugamál, sigur Bjørn á Heygum.
Misálit
Tað er ein sannroynd, at lokalnevndin í Føroyum verður lítið brúkt. Tað er sera sjáldan at nakar yvirhøvur vendir sær til nevndina fyri at kæra um atburðin hjá politinum.
Christian Andreasen, advokatur heldur, at orsøkin til at tað er so kvirt í kærunevndini, er, at eingin hevur tiltrúgv til kæruskipanini.
-Lokala nevndin verður so at siga ongantíð brúkt. Orsøkin man vera, at advokatar yvirhøvur hava ongan tiltrúgv til at tað loysir seg at fara til hesa nevndina, sigur Christian Andreassen, sum heldur tað vera óheppi, at løgreglumenn sita í eini nevnd, sum skal taka støðu til sínar starvsfelagar.
-Tað er rein fiksjón, at løgtingsmenninir megna at umboða kæraran í eini slíkari nevnd. Løgreglen situr jú við fakkunnleikanum og hevur tískil lætt við, at tala hinar nevndarlimirnar til rættis, sigur hann.
Í Danmark varð kæruskipanin broytt, eftir atfinningar høvdu verið frammi um, at gamla kæruskipanin ikki vardi borgararnar nóg væl. Málið varð reist politiskt og Fólkatingið broytti lógina, so at kærunevndarskipanin kundu setast í verk.
Varafútin: Ongin trupulleiki
Eingi bendir á, at tað trokar á, at fáa kærunevndarskipanina setta í verk í Føroyum.
Hetta sigur Finn Ougaard, varafúti, nú Føroyar standa eftir sum einasta politidømið í ríkinum, har løgreglan framvegis sleppur, at vera við í viðgerðini av kærum móti politinum.
-Er hetta veruliga ein so stórur trupulleiki, at vit noyðast undir at stápla eina rúgvu uppá beinini, spyr fútin, sum heldur at tey fáu kærumálini móti politinum tala fyri seg.
-Tað eru øgiligar fáar kærur um atburðin hjá politinum, sum uppgávan hjá nevndini er at taka sær av. Hvat er so endamálið við at broyta skipanina, spyr varafútin.
-Eg havi ongantíð hoyrt nakran seta fram ynski um at skifta verandi skipan út, sum eftir øllum at døma virkar væl. Tíbetur eru fáar kærur um atferðina hjá politinum, sigur Finn Ougaard.