Løgreglan verjir fiskin

Norskir lastbilar, sum fara til Italia við fiski, fáa nú løgregluverju.

Orsøkin til hetta sjáldsama tiltakið er, at seinasta summar rændu búrkroppar fleiri lastbilar við norskum fiski. Tað hevði við sær, at norsku tryggingarfeløgini sýttu fyri at tryggja fiskin, sum skuldi til Italia, og vandi var fyri, at norska fiskivinnan fór at missa umleið eina milliard krónur í útflutningsvirði.
Eftir trýsti frá uttanríkisráðnum í Oslo hava italsku myndugleikarnir játtað at verja lastbilarnar. Tjóvarnir gjørdu serliga um seg á leiðini millum Rom og Napoli, og tí standa løgreglumenn í búna fram við vegnum nú fyri at verja norsku lastbilarnar. Úr Noregi verður sagt, at eingin lastbilur er rændur, síðani løgregluvaktarhaldið varð skipað.