Í dag hava fleiri hoyrt og sæð útrykning í høvuðsstaðnum. Tað er í sambandi við venjing hjá løgregluni, so talan er ikki um nakað álvarsmál, sigur vakthavandi hjá løgregluni við in.fo.
Løgreglufólkini, sum vanliga koyra løgreglubilarnar, hava á hvørjum ári sokallaða viðlíkahaldskoyring. Tey skulu lúka nøkur krøv, sum skulu til fyri at rykkja út í ferðsluni.
Venjingar eru millum annað á flogvøllinum, á vegunum ímillum bygdir og inni í Havnini. Allastaðni, sum løgreglan koyrir javnan.
Viðlíkahaldskoyringin heldur fram í morgin og komandi týs- og mikudagar.









