Løgreglan á Tvøroyri ávarar nú fólk um, at falskir pengaseðlar eru í umfari í Suðuroynni.
Løgreglan hevur fingið fýra hundrað krónur seðlar á støðina, sum vórðu brúktir í TB-húsinum leygarkvøldið, tá dansur var har.
Hetta er eitt sera álvarsamt mál, og slík brot á lógina kann hava langa fonguslsrevsing við sær, sigur vakthavandi á løgreglustøðini á Tvøroyri.
Løgreglan veit ikki, hvør hevur gjørt og brúkt pengaseðlarnar, men tey eru farin undir kanningarnar av málinum.
Fyri fyrst mugu vit ávara fólk um, at onkur er, sum framleiðir og brúkar falskar pengaseðlar í Suðuroynni, sigur løgreglan á Tvøroyri.
Sambært løgregluni líkjast seðlarnir teimum veruligu, men tað ber til at síggja, at teir eru falskir.
Og í øllum førðum eydnaðist tað fólki at brúka teir seinasta vikuskiftið.