Tað hevur regnað av grimd í allan dag, og tað hevur ført til vatnflóð ymsastaðni. Í Vági er vatn komið í ein kjallara, men tað, sum er líka ringt, er, at fleiri vegir eru eisini undir í vatni, tí tað regnar so illa, at tað rennur ikki frá.
Á Egholmstrøð í Havn klára kloakkirnar ikki at svølgja so har er nógv vatn á vegnum. Við tunnilsmunnan Leynartunlinum er eisini nógv vatn á vegnum og á einum uppdyrkingarvatni fram við Sandsvatni er so nógv vatn, at hann er undir, so har er ikki koyrandi.
Á skipanesi, við Skipanesssvingið, er eisini so nógv vatn á vegnum, at tað er vandi fyri, at bilarnir missa takið í vegnum.
Tískil mælir løgreglan bilførarum til at koyra varliga, tí nógvastaðni eru vegirnir rættiliga vátir.











