Løgreglan var í tíðarneyð

Løgreglan í New York var í tíðarneyð og hugsaði seg ikki nóg væl um, tá hon gjørdi av at taka Dominique Strauss-Kahn úr einum flogfari, sum skuldi til París. Tað siga keldur í løgregluni við The New York Times.

-Av tí at maðurin ætlaði sær av landinum, varð hann handtikin skjótari, enn vanligt er. Hetta bleiv gjørt, tí løgreglan bar ótta fyri, at slapp maðurin av landinum, var vandi fyri, at amerikanskir myndugleikar fóru ongantíð at fáa aftur á honum, og tað hevði verið eitt bakkast fyri løgregluna, sigur ein løgreglukelda við blaðið.

Keldan leggur afturat, at hevði tað ikki verið so, at Strauss-Kahn ætlaði sær úr USA júst tann dagin, hevði løgreglan fingið tíð til at kanna málið betur. Tað hevði eisini givið løgregluni stundir til at kanna próvtifarið gjølla, áðrenn avgerð varð tikin um at handtaka mannin.

Málið ímóti fyrrverandi IMF-stjóranum fekk eina vend í síðstu viku, tá ákæruvaldið í New York kunngjørdi, at kvinnan, sum skuldsetti Strauss-Kahn fyri kynsligan ágang, hevur broytt sína frágreiðing fleiri ferðir. Samstundis er komið fram, at hon hevur havt samband við eitt nú rúsevnahandil. Hesar upplýsingar gjørdu, at Dominique Strauss-Kahn slapp úr húsavarðhaldinum, men hann sleppur tó ikki úr USA.