Sýslumaðurin í Norðoyggjum, Hans Djurhuus, vissar um, at løgregluliðið í Klaksvík er væl tilbúgvið til Norðoyastevnuna. Vanliga manningin í Klaksvík er átta fólk og síðani tríggir eyðkapolitistar afturat. Til Norðoyastevnuna er manningin styrkt við trimum fólkum aðrastaðni úr landinum, so liðið tá tilsamans telur 14 fólk.
Friðarligt
Hóast Norðoyarstevnurnar sambært sýslumanninum eru vorðnar alsamt friðarligari, heldur hann tað tó vera neyðugt at løgreglan er væl mannað, tá so nógv fólk savnast til eina stevnu. Løgregla skal jú vera tilbúgvin, um okkurt skuldi hent.
Men sýslumaðurin er ikki bangin fyri roki á Norðoyastevnu. Hann sigur, at seinastu Norðoyastevnurnar hava verið stak friðarligar, og væntar hann ikki, at hendan fer at gerast verri enn hinar. Tó roknar Hans Djurhuus ikki við, at tað slepst undan hjá løgregluni at taka full fólk innar í brummuna at sova rúsin út ella at fáa full fólk heim til hús at sova. Heldur ikki væntar hann, at tað slepst undan at taka onkran rúsdrekkaávirkaðan bilførara. Hann vísir nevniliga á, at hóast stevnurnar eru vorðnar friðaligari og tað ikki longur eru eins nógv fólk, ið noyðast í brummuna at sova rúsin út, merkir hetta ikki, at slíkt ikki kemur fyri á einari slíkari stevnu.
Stak hampulig fólk
Tað kemur viðhvørt fyri, at løgreglan noyðist at taka fólk inn í brummuna at sova rúsin út, og meira enn so hendir seg tá, at tey eru heldur ógvuslig, tá løgreglan kemur eftir teimum, serliga tá talan hevur verið um bardaga ella okkurt líknanadi. Men sýslumaðurin í Klaksvík sigur, at hetta ofta eru gerðir, ið henda í brennivínsrúsi, sum viðkomandi angrar tá hann vaknar aftur í brummuni næsta dag.
Hans Djurhuus, sýslumaður, sigur, at hesi fólk sum oftast eru stak kedd av at vera komin soleiðis fyri, og tí er heilt vanligt, at tey biðja um orsaka fyri, at tey hava verið til stríð fyri løgregluna og til ampa fyri onnur.
Sjónligir í býnum
Búnaklæddu fólkini frá løgregluni verða at síggja í Klaksvíksgøtum alla Norðoyastevnuna, bæði í bilum og til gongu. Hetta virkar fyribyrgjandi, bæði móti harðskapi í býnum og móti at fólk koyra full, heldur Sýslumaðurin. Tískil er stungið út í kortið, at løgreglan skal vera virkin allatíðina, heilt frá fríggjakvøldinum til sunnumorgunin.
Eisini kanna ferðsluna
Hóas løgreglufólkini í Klaksvík um Norðoyastevnuna fyri tað mesta skulu skapa tryggar umstøður fyri fólkunum í býnum, verða stundir eisini til at taka sær av ferðsluni. Sýslumaðurin sigur nevniliga, at løgreglan ætlar sær at halda eitt vakið eyga við ferðsluni um Norðoyastevnuna.