Løgreglan undir lupp

Spurningurin um eftirlitið við løgregluni verður tikin upp í sambandi við arbeiði, at fyrireika eina føroyska grundlóg og rættarskipan, sigur landsstýrismaðurin í lógarmálum

-Vit fyrireika okkum í løtuni til sjálvir at umsita løgregluna. Tað er púra greitt, at tað má vera eitt óheft eftirlit við løgregluni.

Hetta sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, eftir at Sosialurin leygardagin staðfesti, at Føroyar eru einasta løgregluumdømi í danska kongaríkinum, har løgreglan framvegis sleppur at viðgerða kærur móti sær sjálvari.

Í Danmark varð málið tikið úr hondunum á løgregluni fyri nøkrum árum síðani. Har hava tey eina skipan við sonevndum politikærunevndum, ið skulu tryggja eina óhefta viðgerð, tá fólk kæru framferðina hjá politinum.

1. januar var ein líkandi skipan sett í verk í Grønlandi.

Men í Føroyum er tann gamla skipanin við eini lokalnevnd framvegis galdandi. Í hesi nevnd, sita m.a. fútin og tvey umboð fyri løgregluna. Og tann skipanin er als ikki trygg fyri borgararnar, vísa advokatar á.


Viðgjørt í nevndum

Landsstýrismaðurin í lógarmálum sigur, at løgreglan er danskt málsøki, sum landsstýrið ikki hevur ábyrgdina av.

-Landsstýrið er í hesum føri slett ikki eftirlitsmyndugleiki. Tað er danski løgmálaráðharrin, sum hevur ábyrgdina av virkseminum hjá løgregluni í Føroyum, sigur hann.

Landsstýrismaðurin sigur, at fyribils hevur hann ongar ætlanir, um sjálvur at reisa málið um politikæruskipanina. Hetta tí, at spurningurin uttan iva verður viðgjørdur av nevndunum, sum í løtuni fyrireika føroyska grundlóg og rættarskipan.

-Vit hava sett eina rættarskipanarnevnd, sum eisini viðger leiklutin hjá løgregluni, m.a. hetta við at løgreglan virkar sum ákærumyndugleiki.

-Eg ivist onga løtu í, at tað koma uppskot um at fáa nógv greiðari reglur á økinum, har ansa verður eftir, at myndugleikar ikki sleppa at viðgerða seg sjálvar, sigur Høgni Hoydal.

-Eg fari at bíða eftir úrtslitinum av tí arbeiði, sum verður gjørt undir grundlógarnevndini, har allir hesir spurningarnir verða viðgjørdir frá grundini av, sigur hann.


Einki kjak

Um orsøkina til, at Føroyar eru einasta politiumdømi í danska kongaríkinum, har

skipanin við óheftum politikærunevndum ikki er sett í verk, sigur Høgni Hoydal:

-Tað er galdandi fyri eina rúgvu av donskum lógum, at tær koma ikki í gildi í Føroyum. Prosessin í Føroyum er øgiliga trek. Tað gongur ómetaliga strilið, at at dagføra ríkislógir í Føroyum, sigur hann.

Í Danmark hevur rættiligt orðaskifti verið um eftirlitið við politinum. Men av tí, at løgreglan er danskt málsøki hevur einki kjak verið í Føroyum um leiklutin hjá løgregluni, vísir Høgni Hoydal á.

-Tað er neyvan nakrantíð komið fyri, at vit í Føroyum hava viðgjørt spurningin um leiklutin hjá politinum. Spurningurin um hvør ið hevur eftirlit við politinum o.s.fr. man neyvan nakrantíð hava verið viðgjørdur hvørki á løgtingi ella í landsstýrinum, sigur hann.


Myndatekstur

Landsstýrismaðurin í lógarmálum roknar við, at spurningurin um eina óhefta politikæruskipan verður viðgjørt í sambandi við grundlógararbeiðið