Løgreglan tykist við eitt sindur av hvørjum

Vikuskiftið hevur ikki verið av teimum strævnastu, men løgreglan hevur ikki sitið hendur í favn, og hava tykist við eitt sindur av hvørjum

Frágreiðingin um vikuskiftið hjá løgregluni fylti 16 síður. Ikki hava verið stórmál á skránni, men eitt sindur av hvørjum hava teir havt at gjørt.
Kavin og kuldin hevði við sær, at fleiri bilar fóru útav í hálkuni. Ongin álvarsskaði stóðst av nøkrum av hesum, men í eina førinum var løgreglan noydd at fara víðari við málinum, tí at ein maður helst hevði fingið dekan ov nógv niður um av tí sterka slagnum, so har varð blóðroynd tikin og so koyrir málið víðari.
Í Trongisvági fór eisini ein bilur útav í hálkuni. Bilurin var fullur av ungdómun, men hóast tað sá ógvusligt út og lætt kundi endað sera álvarsamt, so spældi alt væl av og talan var bara um materiellan skaða

Tríggir knústir rútar
Sjáldan fer eitt vikuskifti framvið uttan herverk, og í so máta var farna vikuskiftið onki undantak. Tríggjar fráboðanir fekk løgreglan í Havn um herverk, og í øllum trimum førunum var talan um knústar rútar hjá handlum í býnum. Telebúðin, Thomas Dam Ítrottur og Mótaskálin høvdu staðið fyri skotum, og úrslitið síggja tit á hesi síðu.

Vildi hjálpa løgregluni
Í samband við knústa rútin í Telebúðini, so helt ein unglingi, at hann átti at geva løgregluni eina hjálpandi hond við uppkláringararbeiðinum. Hetta helt løgreglan ikki var so snilt, og bað mannin um at sleppa sær avstað. Tað vildi hann ikki, og so var løgreglan noydd at handtaka mannin. Hann verður nú skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar.
Av øðrum tingum úr rapportini hjá løgregluni stendur, at uppi í Nonnuskúlanum hugnaðu nakrir ungdómar sær við at knúsa fløskur og larma øgiligt. Tá løgreglan kom á staði, tóku hesir beinini á nakkan og so hendi ikki meiri enn tað sama.
Løgreglan var eisini úti, og biði fólk um at dempa tónleikin, tí grannarnir ikki fingu svøvnfrið. Og sum tað síðsta hevur løgreglan eisini koyrt full fólk heim úr býnum.
Tað er í høvuðsheitum tað, sum løgreglan hevur tykist við um vikuskiftið.