Tað er upp í 50 m/s í støðum í landinum, og tað letur til at vera verandi illveður restina av døgninum. Og tað kemur ivaleyst illa við hjá fólki, sum hava sett sær fyri at fara út at skjóta fýrverk í kvøld, ársins síðsta dag. Men nú sigur løgreglan, at tað er skilabest at hugsa um trygdina heldur enn at fara út óneyðugt í hesum veðrinum.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at veðrið er so mikið ringt, at tað er skilabest at bíða við at fara út at skjóta til í morgin.
Fleiri stormskaðar hava verið kring landið. Ein skortsteinur er farin í Klaksvík, eins og fleiri takplátur hava flogið runt við ánirnar. Í Havn eru eisini fleiri skaðar. Okkurt er leyst á tekjuni á Glasi, og á nýggja skúlanum á Fløtum er somuleiðis okkurt, sum hevur hug at ríva seg leyst. Í Norðragøtu er ein tekja farin av í illveðrinum, og í Streymnesi er ein lyktapeli boygnaður í illveðrinum.