Løgreglan: Trampolinir eru hættisligar

Trampolinir eru í løtuni sera væl dámdar. Fleiri og fleiri trampolinir eru at síggja á grasvøllunum, nú summarið av álvara er byrjað.  Men um tær ikki verða nýttar við skili, eru tær sera hættisligar, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

Uttan fyri Margarinfabrikkina í Havn er ein stór trampolin. Um vikuskiftið datt ein drongur av trampolini og fekk skaða í ryggin. Drongurin fekk illa anda, megnaði ikki at ganga sjálvur og noyddist at fara á sjúkrahúsið við sjúkrabilinum:
- Vit hava hoyrt um fleiri skaðar á trampolinum higartil í ár. Um tær ikki verða nýttar á rættan hátt, eru tær vandamiklar, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.