Drápshóttan
Ì sambandi við drápshóttanina ímóti Jenisi av Rana tosar Løgreglan við tveimum tungum.
Nú málið er komið fram í fjølmiðlunum, sigur løgreglan, at hon framvegis kannar málið
Ì greinini omanfyri sigur Bergleif Brimvík, at málið er ongantíð lagt til viks, men at fleiri avhoyringar skulu gerast.
Men longu í mars mánaði fekk Jenis av Rana skrivlig boð frá løgregluni um, at málið varð lagt til viks.
Jenis av Rana sigur at hann longu 4. mars í ár fekk bræv frá løgregluni, sum á ongan hátt kann skiljast øðrvísi enn at løgreglan er givin at kanna málið.
Ì brævinum frá løgregluni, fær Jenis av Rana at vita at onki nýtt er komið fram í málinum, ?hóast málið er kannað so nógv, sum tilber?.
Løgreglan sigur, at tað seinasta nýggja í málinum er, at løgreglan í Suðuroy hevur tosað við skúlastjóran á Tvøroyri, men at tað ikki ber til at staðfesta, hvør ið hevur sent sms boðini við drápshóttanini, tí at skúlin hevði ikki ta neyðugu útgerðina til at skráseta slíkt.
?Tískil verður sakin nú løgd burtur?, sigur Løgreglan beinleiðis í brævinum til Jenis av Rana longu 4. mars.
Heilt einfalt
Jenis av Rana sigur, at við øllum kunnleika, hann hevur til føroyskt, kann hetta ikki skiljast øðrvísi enn at løgreglan ger ikki meiri við tað.
? Hetta er heilt einfalt. Løgreglan sigur at málið er kannað so nógv sum gjørligt og at tað er lagt burtur. Tað kunnu ikki vera tvær meiningar um, hvat tað merkir.
Sostatt heldur hann framvegis, at løgreglan hevur arbeitt rættiliga illa í hesum máli og tað er undarligt, at teir fara undir fleiri avhoyringar nú, átta mánaðir aftaná at hóttanin varð sett fram.
Jenis av Rana heldur eisini, at tað átti at verið ógvuliga umráðandi fyri øll, sum starvast í skúlanum á Tvøroyri, at greiða fekst á málinum, tí so leingi tað ikki er uppklárað, eru eisini tey onkusvegna undir illgruna.
? Og er tað ein næmingur, kundi skúlin tikið tað upp og greitt næmingunum frá, at slíkt kann altso ikki góðtakast.
Annars vísir Jenis av Rana á, at tá ið hann hevði fingið brævið frá løgregluni 4. mars, sendi hann løgregluni bræv aftur, har hann boðaði frá síni ónøgd um, at málið varð slept
? Tað minsta, eg hevði væntað frá løgregluni, var, at eg fekk eitt svar við eini frágreiðing, men løgreglan ønti mær ikki aftur.
? Løgreglan boðaði mær heldur ikki frá, at eg hevði misskilt málið og at tað var ikki slept. Tí undrar tað meg, at løgreglan sigur, at málið ongantíð er slept og at fleiri avhoyringar nú skulu gerast í næstu viku.
Trek at kanna málið
Og sama, hvat Bergleif Brimvík sigur í greinini omanfyri, heldur Jenis av Rana framvegis fast um, at eftir hansara fatan, var løgreglan rættiliga trek at kanna hendingina, tá ið postkassin varð sprongdur í luftina.Hann heldur framvegis, at tað var ikki fyrrenn at málið kom fram í fjølmiðlunum, at løgreglan tók tað í álvara.
-? Løgreglan bað okkum beina fyri pettunum av postkassanum. Men nakrar dagar aftaná, greiddu vit løgregluni frá, at fjølmiðlarnir høvdu verið á vitjan. Tá vóru teir skjótir at avhoyra okkum og at taka myndir av pettunum av postkassanum, sum eg hevði goymt, tí eg fekk meg ikki at trúgva at løgreglan ongan áhuga hevði í teimum, sigur Jenis av Rana.
Sí annars viðmerking frá Jenis av Rana aðrastaðni í blaðnum