Løgreglan í Føroyum boðar í kvøld frá, at ein 31 ára gamal fransmaður er saknaður. Av tí, at tað seinasta, ið man veit frá honum er, at hann var á veg til Føroyar í februar, verður nú leitað eftir honum.
Tað er familjan hjá 31 ára gamla franskmanninum Bastien Porée, ið hevur vent sær til løgregluna fyri at finna mannin.
Tað seinasta fólk vita um Bastien er, at hann er farin umborð á Norrønu í Seyðisfirði 20. februar á veg til Føroya.
Lýsing:
Maður Bastien Porée
31 ár
182 cm høgur
spinkul
blá eygu
Piercing í høku og høgra oyra
Vita tit eitthvørt um mannin at siga, vinarliga setið tykkum í samband við politiið á 1 1 4.