Fleiri løgreglumenn vóru til reiðar at dylja, at fyrrverandi danski løgmálaráðharrin Hans Engell var fullur, tá hann rendi á ein betongstabba í 1997 Men sambært blaðnum BT sýtti Hans Engell fyri at taka av tilboðnum frá løgregluni. Upplýsingarnar hevur blaðið úr einari nýggjari bók hjá Hans Engell, sum kemur út í næstu viku.
Í dag vil Hans Engell ikki siga, hvørjir løgreglumenninir vóru, sum buðu sær til at hjálpa honum burtur úr málinum.
-Eg umhugsaði ongantíð at taka av tilboðnum. Eg var greiður yvir, at ein knústur bilur á motorvegnum við mínari nummarplátu segði, hvat var hent. So eg tók fartelefonina og ringdi 112, sigur Hans Engell.