Tað er ikki ofta man hoyrir um tunaðar knallertir longur, men í gjár hildu løgreglufólk seg síggja eina lítla knallert, sum koyrdi skjótari enn hon eigur. Og tá tey hugdu nærri var tað júst hetta sum hendi – tí knallertin varð tunað til at koyra skjótari enn hon kann.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at viðkomandi, sum koyrdi knallertina fekk bót fyri hetta, meðan bót somuleiðis varð givin tí ein persónur eyka var á knallertini.
Annars greiðir vakthavandi á løgreglustøðini frá, at tað var ein friðarlig nátt, fyri uttan tvey dømi um ung fólk, sum hava skotið fýrverk í nátt.