Løgreglan tikið seks bilførarar í nátt

Summir vórðu tiknir fyri at koyra og skjótt og onkur fyri at koyra við kenning

Í gjárkvøldið og í nátt hevur løgreglan gjørt ferðkanningar bæði í Suðuroy og í Eysturoynni. Og tilsamans vórðu seks bilførarar tiknir.

 

Í Suðuroy fingu tveir bilførarar bót fyri at koyra ov skjótt. Men verri var í Eysturoy, tí har fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt, og ein misti koyrikortið, treytað. Sostatt koyrdi hann ímillum 111 og 130 kilometrar um tíman á landsvegi, og avleiðingin fyri bilføraran er tann, at nú má hann taka koyrikortið av nýggjum, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað.

 

Í Eysturoy varð eisini ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning. Hann var tikin í vanliga eftirlitinum hjá løgregluni.

 

Og tíðliga í morgun fór eisini ein bilur útav í Eysturoy. Onkusvegna misti bilførarin, sum var einsamallur, tamarhald á bilinum, og fór útav, men hann fekk ongan skaða.