Løgreglan: Tey ungu óvanliga ófantalig í nátt

- Tey ungu vóru full og ófantalig í orð og talu í nátt. Tey dugdu ikki fólkaskikk, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

Løgreglan er vanliga virkin og sjónlig í náttarlívinum kring landið og soleiðis var eisini í nátt. Men hesaferð var tað ein heldur buldrut, tí meðan tey ungu oftast eru fitt og fyrikomandi, so vóru tey frek og ófólkalig í nátt.- Tey ungu vóru full og ófantalig í orð og talu . Tey dugdu ikki fólkaskikk, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

 

 

 

 

- Tað var verri í nátt enn tað plagar. Foreldur eiga at tosa um fólkaskikk við síni børn, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

 

 

 

 

Hvør orsøkin er til, at løgreglan í nátt upplivdi verri atferð enn vanligt er frá teimum ungu er óvist. Løgreglan vil heldur ikki útdýpa júst hvat tað var, sum tey ungu gjørdu í nátt annað enn, at tey tosaðu óvanliga ófantaligt og høvdu lítla virðing fyri løgregluni. Men sagt verður, at talan er um ung niður í 15 ára aldurin, sum uppførdu seg út av lagið vánaligt i nátt.