Løgreglan: Tað hevur verið fyrimyndarligt

Í Eysturoynni kannaði løgreglan 55-60 bilar

Tað er rættiliga nógf fólk komið til landið hesa seinastu tíðina og tað sæst aftur í býarlívinum um næturnar. Løgreglan sigur, at tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt, men tey siga, at tað hevur ikki elvt teimum til nakrar trupulleikar, tí atburðurðurin hevur verið fyrimyndarligur.

Tvær ferðir varð kortini ringt til løgregluna at boða frá, at fólk høvdu lyndi til at berjast, men hvørgan ferðina var nakað í tí. Fyrru ferð var í Steinatúni, men tá ið løgreglan kom á staðið, var púra friðarligt, og aðru ferðir var í Sverrisgøtu, men tá ið løgreglan kom fram, var at kalla manntómt og tey, sum vóru har, vistu ikki um nakrar trupulleikar.

Annars nýtti løgreglan høvi til at kanna skeinkistøð í Klaksvík, á Tvøroyri, í Runavík og í Klaksvík, men har var gott lag á fólki og øll viðurskifti annars vóru eftir forskriftunum. Í hesum sambandi kannar løgreglan, hvussu nógv fólk eru inni, o.s.fr. Tá ið løgreglan er úti millum fólk upp á hendan mátan, minna tey eisini fólk á tilmælini um korona.

Í nátt kannaði løgreglan eisini ferðsluna í Syðrugøtu, og har um vegir. Í tí sambandi vóru einir 55-60 bilar steðgaðir, men teir vóru allir edrýir.