Seinastu tíðina hevur løgreglan ført eitt átak móti harðskapi í býnum. Hetta tí, at harðskapur hevur seinastu árini verið ein trupulleiki í náttarlívinum kring landið. Tískil tók løgreglan fyri tíð síðani avgerð um, at løgreglufólk skulu vera sjónlig í býnum. Og soleiðis hevur eisini verið hetta vikuskiftið.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at løgreglufólk vóru í náttarlívinum í Fuglafirði, Klaksvík, Saltangará og í Havn og at fleiri fólk her vórðu skuldsett fyri brot á politiviðtøkurnar. Tað er millum annað, tá ið fólk ikki vilja gera sum løgreglan sigur. Sum dømi nevnir vakthavandi nakrar støður í býnum hetta vikuskiftið. Har er til dømis fleiri dømi um, at onkur hevur ætla sær bardaga við ein annan. Ein legði til dømis ein annan niður, men slóð hann ikki. Tá ið hann ikki vildi fara frá staðnum varð hann skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar. Og í tveimum umførum hevur løgreglan eisini steðga smærri harðskapsstøðum í náttarlívinum.
- Vit hava eina null toleransu fyri harðskapi í býnum og við at vera á staðnum kunnu vit fyribyrgja nógvar støður, har harðskapur kann spírast burturúr, sigur vakthavandi og vísir á, at tað hevur givið úrslit, tí tað er munandi færri harðskapsmál í náttarlívinum at síggja í dag, enn tað var áðrenn løgreglan fór undir átakið.