Løgreglan tók løgreglumenn

Løgreglan í Keypmannahavn tók í gjár tveir menn, sum gingu runt í býnum og søgdu seg vera løgreglumenn. Menninir, sum eru ættaðir úr Rumenia, høvdu hvør sítt løgregluskelti, og við teimum høvdu teir steðgað útlendskum ferðafólkum og stolið pengar frá teimum.

-Teir báðir menninir steðgaðu ferðafólkunum og søgdu, at teir vildu sleppa at síggja pass og onnur pappír. Tey fremmandu óraðu ikki ilt, men áðrenn tey vistu av, vóru teir báðir menninir horvnir í meldrinum við pappírum, pengum og øðrum virðislutum, sigur Jens Kristensen hjá løgregluni í Keypmannahavn við danska kringvarpið.

Teir følsku løgreglumenninir høvdu eydnuna við sær nakrar dagar, men tá teir í gjár steðgaðu einum japanskum ferðamanni, gekk tað ikki longur. Japanin fekk illgruna um, at alt var ikki, sum tað átti at vera, so hann tók eina mynd av monnunum og fór til løgregluna við henni. Eina løtu seinni vórðu teir báðir menninir tiknir uttan fyri Christiansborg.

Teir báðir rumensku menninir, sum eru 35 og 42 ára gamlir, skulu til grundlógaravhoyring í dag.