- Fólk eru farin frá bilum í illveðrinum í gjár, so nú ræður um at flyta teir, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Sum vera man eru teir ymisku bjargingarstovnarnir úti til nógvar uppgávur, tá ið illveður rakar, eins og í gjár.
Men tíbetur eru tíðindini av løgreglustøðini í morgun, at frá midnátt og fram til skrivandi stund, hevur verið sera friðarligt. Tað størsta stríðið hevur løgreglan havt av bilum, sum fólk eru farin frá.
- Nakrir bilar standa upp á tvør og fólk eru farin frá teimum, so man fær ikki grivið. Onkrir standa við privatar innkoyringar, aðrir á landsvegum og runt um í landinum. So okkara orka fer til tað nú, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.