Løgreglan stongdi tivoli

Sunnukvøldið stongdi løgreglan eitt tivoli, sum var sett upp á Óðinshædd við Hoyvíksvegin í Havn.

Fríggjadagin bleiv eitt tivoli sett upp á Óðinshædd beint við gamla Ide-húsið. Talan er um eitt enskt tivoli, sum steðgar á í Føroyum í nakrar dagar, áðrenn leiðin gongur víðari til Íslands. Longu fríggjakvøldið var latið upp, men sunnukvøldið stongdi løgreglan tivoliið.

Ikki neyðug loyvi
Løgreglan fekk sunnukvøldið fráboðan frá fólki, sum stúrdu fyri trygdini í tivolinum, tí vindurin var so nógvur. Hóast nógva vindin koyrdu framvegis karrusellir og annað í tivolinum, og fólk stúrdu fyri, at partar av tivolinum kundi fara um koll í nógva vindinum.
Løgreglan fór á staðið, og tá ið tey høvdu tosað við starvsfólkini í tivolinum, fingu tey illgruna um, at alt ikki ruggaði rætt. Tað vísti seg nevnliga, at starvsfólkini í enska tivolinum vóru polakkar, og tivoliið hevði als ikki fingið loyvi til at hava opið her í Føroyum, og starvsfólkini høvdu heldur ikki fingið loyvi til at arbeiða her í Føroyum.
Tí gjørdi løgreglan ikki mætari enn at stongja tivoliið, og tað letur ikki upp aftur, meðan steðgað verður her í Føroyum, verður upplýst av politistøðini. Sum áðurnevnt skal tivoliið víðari til Íslands, og væntandi verður farið avstað seinni í hesi vikuni.