Fuglafjørður
Sunnunáttina, tá finaluumfarið var í stóru tónleikakappingini GBOB í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, gjørdi løgreglan í Eysturoy av at steingja alt barrvirksemið í húsinum.
- Vit vóru fyrst í Mentanarhúsinum leygarnáttina og kannað eftir, hvør sat í barruni, og sunnunáttina vóru vit aftur og stongdu alt barrvirksemið.
Loyvi ov gamalt
Løgreglan í Runavík sigur, at teir høvdu fingið frænir av, at skeinkiloyvið hjá Mentanarhúsinum ikki var í lagi, men var gingið út.
- Tað vísti seg, tá ið vit kannaðu málið nærri, at skeinkiloyvið var gingið út fyri umleið einum ári síðan. Vit gjørdu tí av at steingja alt barrvirksemið. Fríggjakvøldið var undanumfar í GBOB-kappingini, har 16 tónleikabólkar kappaðust um at sleppa víðari til finaluna leygarkvøldið.
Leygarkvøldið fóru so 8 bólkar á pallin um at gerast Føroya besti bólkur, og úrslitið gjørdist, at Boys in a Band gjørdist vinnari av kappingini.
Bólkurin Story Ends endaði á einum øðrum plássi – og fyribils er barrvirksemi í Mentanarhúsinum so eisini endað sum ein “story ends”.
Løgreglan fer nú at skriva frágreiðing um málið sum síðan verður latið fútanum til støðutakan.
Herverk á bátar
Løgreglan í Eysturoy siga, at hóast ymisk tiltøk vóru í oynni í vikuskiftinum, tørnaði alt rímiliga friðarligt út kortini.
- Vit høvdu eitt rímiliga friðarligt vikuskifti, men í Fuglafiðri høvdu ótangar gjørt seg inn á bátar, sum lógu í bátahylinum, sigur løgreglan.