Á kriminaldeildini á politistøðini í Havn arbeiða fleiri fólk við at avdúka innbrotið, sum var framt í handlinum hjá Gunleivi, har innbrotstjóvurin fór avstað við 120.000 krónum.
Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini á politistøðini, sigur, at enn standa tey sum á berum í arbeiðnum at avdúka hetta álvarsama innbrot. Hann viðgongur, at tíðarskeiðið, har innbrotið varð framt, er langt, og tí hjálpir tað teimum ikki so mikið.
Innbrotstjóvurin hevur brotið ein lítlan rút aftanfyri, sum er við síðuna av hurðini. Hann hevur stungið hondina innum og hevur soleiðis latið vindeygað upp. Hann hevur so smoygt sær innum og tikið peningin, sum lá í einum pengaskápi. Skápið var ikki læst, og tí var lag á manni at taka peningin, sum taldi 120.000 krónur í reiðum peningi. Innbrotstjóvurin tók einki annað við sær.
Hetta er eitt sera einfalt innbrot, har tjóvurin hevur fingið meira enn væl burturúr.
Løgreglan upplýsir, at hetta eftir øllum at døma ikki er fyrstu ferð, at pengaskápið hevur staðið ólæst í handlinum. Henda dagin lá peningur, sum handilin hevði selt fyri í nakrar dagar, í skápinum.
Óheppið
Bergleif Brimvík sigur, at tað er sera óheppið at hava so nógvan reiðan pening liggjandi í handlinum, tí vandi er altíð fyri innbroti. Tað er tí umráðandi at hava skipað viðurskifti, og at peningurin verður handfarin á ein tryggan hátt. Tað er møguligt hjá fyritøkum at sleppa av við peningin allar tíðir á samdøgrinum í peningastovnunum.
Hetta er eisini fyri at fyribyrgja, at starvsfólk verða løgd undir óneyðugan illgruna.
Løgreglan vil fegin hoyra frá fólki, sum vóru har á leiðini ta náttina. Um tey hava hoyrt ella sæð nakað óvanligt, so vil løgreglan hoyra frá teimum.
Tað er greitt, at tjóvurin breyt ein rút fyri at sleppa inn, og tí hevur hann gjørt nakað av larmi. Enn hevur eingin sagt seg varnast tilburðin. Heldur ikki fólk, sum búgva við handilin.
Nógv fólk ferðast í økinum allar tíðir á samdøgrinum, og tí er tað løgið, um eingin hevur varnast nakað óvanligt.
Einki videotól
Videotól var einki í handlinum, og løgreglan mælir handlum og øðrum til at fáa sær slík tól, tí tey kunnu forða fyri innbroti ella vera við til at avdúka gerningsmannin.
Bergleif Brimvík sigur, at løgreglan fyri stuttum avdúkaði eitt innbrot í einum handli í Havn við hjálp frá videoupptøkum. Tí kann tað vera sera hent í eini slíkari støðu.
Enn er einki ítøkiligt komið burturúr teimum kanningum, løgreglan hevur framt á gerningsstaðnum, tí ymsar royndir eru sendar niður til Danmarkar til nærri kanningar.
Løgreglan metir ikki, at nakað samband er ímillum hetta innbrotið og innbrotið í P.A. Restorff, sum varð framt fyri einum lítlum ári síðani, har 10.000 krónur vórðu tiknar.
Annars hava vit fyrr upplivað, at 500.000 krónur vórðu stolnar í einum bankaráni miðskeiðis í 80-unum, men tá fekk løgreglan hendur á bæði gerningsmonnunum og peninginum.










