Hóast mótmælisgongur eru bannaðar í Algeria, hava fólk verið í gøtunum í høvuðsstaðnum Algier í dag og kravt demokrati, og at forsetin skal fara frá. Men myndugleikarnir vóru væl fyrireikaðir. Sambært BBC vóru umleið 30.000 løgreglumenn sendir at forða mótmælum, og fleiri mótmælisfólk vórðu tikin.
Tey, sum skipaðu fyri mótmælunum, høvdu eggjað politiskum andstøðíngum til at savnast í gøtunum at mótmæla stýrinum og at krevja demokrati og arbeiðspláss, men sum skilst var undirtøkan lítil.
Summi mótmælisfólk bóru skelti við orðunum ?Mubarak er fallin?, og tey kravdu, at algerski forsetin, Abdelaziz Bouteflika, skal gera sum fyrrverandi starvsbtóður hanssra í Kairo.
Undantaksstøða hevur verið í Algeria í knappliga 20 ár.