Løgreglan steðgaði limousinuni og tók pláturnar

Hummer Limousinan hjá byin.fo stendur nú í Gøtudali uttan nummarplátur. Hóast hvørki góðkenning, avgjøld ella trygging vóru í lagi, høvdu eigararnir leigað hana út.

Sunnumorgunin varð Hummer limousinan hjá byin.fo steðgað av løgregluni í Gøtudali. Hóast limousinan hevur verið í Føroyum í góðar tvær vikur, hava ánararnir ikki skrásett hana í landinum, og hon koyrdi við týskum nummarplátum.
Løgreglan fekk boðini um at taka pláturnar av limousinuni frá Akstovuni. Hetta tí hon var flutt inn í landið uttanum Toll og Skattstovuna og Aktstovuna. Hetta merkir, at hon hvørki var góðkend, tryggjað ella rindaði vegskatt ella onnur avgjøld.
Av Løgreglustøðini í Havn verður sagt, at limousinan var leigað út, tá hon varð steðgað.
Kanningar verða nú gjørdar í málinum fyri at plassera ábyrgdina. Ein bilførari koyrdi limousinuna, men tað er enn ikki greitt, um tað er hann, ið verður ábyrgdaður, ella um ábyrgdin liggur hjá teimum, ið hava
givið honum boð um at koyra, verður sagt av Løgreglustøðini.
Av Akstovuni verður sagt, karmurin fyri revsing í málum av hesum slag er úr sekt til hefti og upp til 2 ára fongsul, sambært § 25 í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m.