Løgreglan steðgað 70 bilum í nátt

Í nátt hevur løgreglan skipað fyri einum miðvísum átaki ímóti ferðsluni, har serligur dentur varð lagdur á at kanna um nakar koyrdi ávirkaður av rúsdrekka ella rúsevnum.

 

Løgreglan sigur, at einir 70 bilar vórðu steðgaðir kring landið, bæði í Suðuroy, á Sandi, í Streymoy, í Eysturoy og í Norðoyggjum. Og úrslitið var, at ein bilførari varð tikin fyri at koyra við kenning, og ein varð tikin fyri at bróta lógina um rúsevni.

 

Annars vórðu einstakir bilførarar eisini tiknir fyri lyktafeilir og onnur viðurskifti.

 

Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið lítið av fólki í býnum í nátt og at tað hevur verið friðarligt.