Løgreglan hevur staðfest, at eldurin í svimjihøllini í Kollafirði kom frá ovninum í hitarúminum. Politiið hevur leysgivið skaðan.
Húsaumsitingin og sýnsmaðurin á Tryggingarfelagnum Føroyum eru farnir undir arbeiðið at staðfesta umfangið á skaðanum.
Niðurrívingararbeiðið er byrjað.
Húsavørðurin hevur tømt svimjihylin, og fyribils dekk er lagt omaná.
Tað verður arbeitt fram ímóti, at niðurrívingararbeiðið skal verða liðugt í hesum árinum, so uppafturbyggingin kann byrja fyrst í næsta ári, sigur Harald Bjørgvin, leiðari á Húsaumsitingini, við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu.









