Løgreglan á Sri Lanka: Øll tey mistonktu handtikin ella dripin

Fleiri álop á kirkjur og gistingarhús á Sri Lanka kravdu á páskum umleið 257 annalív.

Allir persónar, sum eru mistonktir fyri at standa handan álopið á páskum á Sri Lanka ella á annan hátt vera við til álopini, eru annaðhvørt handtiknir ella deyðir.

Tað sigur virkandi løgreglustjórin á Sri Lanka, Chandana Wickramaratne.

Í eini ljóð upptøku, sum verjumálaráðið hevur almannakunngjørt, sigur løgreglustjórin harumframt, at trygdardeilir hava lagt halda á evni, sum kunnu brúkast til at gera bumbur til framtíðar álop.

##ms##

 

Fleiri enn 250 fólk doyðu í álopunum, teirra millum trý donsk børn.

Myndugleikarnir á Sri Lanka halda, at álopini vórðu framd av teimum smáu lokalu víðgongdu islamsku bólkunum, National Thowfeek Jammath (NTJ) og Jamathei Millatu Ibrahim.

Hernaðarligi bólkurin Islamskur Statur hevur átikið sær ábyrgdina av álopunum.

 

/ritzau/Reuters