Løgreglan hevur skuldsett ein mann fyri at hava sett eld á GÍ-húsið í Gøtu. Tað skrivar kringvarp.fo.
Tað var hóskvøldið 2. august, at gamla GÍ-húsið við fótbóltsvøllin í Sarpugerði stóð í ljósum loga.
Bergleif Brimvík, kanningarleiðari, sigur við Kringvarpið, at ein maður er skuldsettur fyri at hava sett eld á. Hann er ikki varðhaldsfongslaður, tí løgreglan hevur ikki biðið um grundlógaravhoyring.
Sambært Kringvarpinum ber ikki til at vita, um tann skuldsetti játtar seg sekan ella ikki.