Løgreglan skrivaði fimm bilførarar upp

Summir fáa bót, men onkur endar kanska í geglinum

Í gjár hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna ymsastaðni á meginøkinum. Bátastevna var í Vestmanna, og í tí sambandi var løgreglan á Vestmannavegnum og kannaði ferðsuna, sum tað var heilt gott skil í.

Tilsamans vórðu 37 bilar steðgaðir, men allir bilførararnir vóru edrúir, men tveir bilførarar fáa kortini bót, annar fyri at tosa í handhildnari fartelefon, og hin fær bót tí at hann ikki hevði koyrikortið uppi á sær.  

Annars varð ein bilførari tikin á kollafjarðarleiðini tí at illgruni var um, at hann var ávirkaður av rúsevnum, og somuleiðis varð ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring og tey málini ganga sína gongd

Og í nátt varð ein bilførari tikin fyri at koyra 105 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80 og tað fær hann bót fyri, umframt eitt klipp í koyrikortið.