Løgreglan skjýtur bert tá tað er alneyðugt

Løgreglan í Føroyum hevur áður loyst skot av, men mánakvøldið var ivaleyst fyrstu ferð, at løgreglan hevur skotið ein persón. Eingin vil nýta skotvápn móti einum øðrum persóni, uttan so at tað er alneyðugt. Løgreglufólk eru eisini menniskju, sigur Absalon Áargarð, formaður í Føroya Politistafelag

Tað merkist enn á løgreglustøðini, at løgreglufólk hava júst tikið lut í skotbardaga. Men yvirhøvur verður arbeitt professionelt við málinum, og stemningurin er ein annar, enn hann var fyrsta dagin.

 

Soleiðis sigur Absalon Áargarð, sum er formaður í Føroya Politistafelag.

 

- Vit hava sodnað tað eitt sindur, og kenslurnar byrja at koma eitt sindur meira upp á pláss. Avhoyringar eru farnar í gongd, og okkurt av løgreglufólkunum, sum vóru innblandað, eru longu avhoyrd. Tann mannagongdin, sum er í einum tílíkum máli, hon koyrir nú sína gongd, sigur Absalon Áargarð.

 

Eingin ivi kann vera um, at tað kann ganga hart út yvir sálarligu heilsuna hjá einum løgreglufólki at vera í einum skotbardaga. Løgreglufólk fáa tí ta sálarligu hjálp, ið teimum tørvar, men hjálpin má bíða nakrar dagar, meðan kenslurnar koma upp á pláss.

 

- Løgreglufólk fáa ikki sálarfrøðiliga hjálp beint aftaná. Tað, sum vit hava fingið at vita frá sálarfrøðingum, er, at tað nyttar einki at geva sálarfrøðiliga fyrstuhjálp beint aftaná. Tað mugu ganga nakrir dagar, áðrenn tú fert inn at eftirmeta støðuna, tí kenslurnar mugu leggja seg eitt sindur.

 

Eftirkunning og eftirmeting farnar í gongd

Arbeiðið er nú farið í gongd at avgreiða eftirkunningina - debriefingina - eftir hendingina, og Absalon Áargarð greiðir frá, at talan um tvey sløg av eftirkunning. Annað slagið er ein taktisk eftirkunning, har farið verður ígjøgnum alla tilgongdina í hendingini saman við teimum, ið tóku lut. Hendan eftirkunningin skal syrgja fyri, at løgreglan fær eina betri heildarmynd av hendingini og soleiðis eisini fær lýst hendingina fakliga.

 

Hin eftirkunningin er ein sálarlig eftirkunning, sum verður brúkt til ógvisligar hendingar sum hesa. Tá fáa løgreglufólkini sálarfrøðing at tosa við, har tey kunnu arbeiða við teimum kenslunum, ið tey sita eftir við.

 

- Tá kemur ein sálarfrøðingur inn, og har fáa løgreglufólkini tosað út frá einum kensluligum perspektivi, um hvussu tey hava tað, hvat hendingin hevur gjørt við tey og so framvegis. Hetta, so at tey ikki bara koyra tað í ein sálarligan ryggsekk, sum einaferð verður fullur. Tey mugu fáa tað tømt út aftur, soleiðis at tann sálarligi skaðin av einari tílíkari hending verður so lítil sum gjørligt.

 

Løgreglufólk, ið eru innblandað í slíkum hendingum, hava eisini møguleikan at halda frí, um tey hava tørv á tí.

 

- Tað verður hugt eftir, hvussu fólk eru fyri, og hava tey brúk á at halda frí, so fáa tey tað. Vit gera eina pragmatiska meting av støðuni og finna eina loysn til tað. Mann ásannar, at vit eru menniskju, hóast vit eru politistar, sigur Absalon Áargarð.

 

Løgreglufólk kenna treytirnar

Hendingin hesaferð minnir okkum kanska á, hvussu sjáldan tað er, at løgreglan í Føroyum hevur vápn á lofti. Tað er hent seg fyrr, at onkur hevur skotið eftir løgregluni, og tað er eisini hent seg fyrr, at løgreglan hevur verið noydd at skjóta. Hetta er tó fyrstu ferð, at løgreglan hevur skotið og rakt ein persón.

Tá spurdur, um tað er nakað, ið løgreglufólk hugsa um, tá tey møta til arbeiðis - at onkur kann finna upp á at skjóta eftir teimum, ella at tey verða noydd at skjóta eftir onkrum - svarar Absalon Áargarð, at tað er ein partur av arbeiðinum, og at tað er nakað, ið løgreglufólk mugu vera fyrireikað uppá.

 

- Tá tú søkir hetta arbeiðið, so veitst tú, at tú kanst koma í ta støðu, at tú skalt handla yvir fyri fólki. Tað absolutt ultimativa er so hent nú, har vit máttu skjóta eftir fólki. Tað er nakað, sum liggur í okkum, at vit vita, at vit kunnu koma í hesa støðuna, og vit vita, at vit skulu mentalt fyrireika okkum upp á tað.

- Tú kanst ikki gera upp við teg sjálvan, tá tú ert á staðnum, hvat tú vilt og ikki vilt. Tú mást hava gjørt upp við sjálvan áðrenn, at er støðan galin, so mást tú agera. Og vit sum løgreglufólk skulu ikki bara hugsa um okkum sjálvi. Vit mugu hugsa um øll tey, ið búgva rundanum, sigur Absalon Áargarð og vísir til ta ábyrgdina, ið løgreglan hevur at tryggja allar hinar borgararnar.

 

Absalon Áargarð vísir á, at løgreglan er seinasti skansin fyri trygdini hjá øllum borgarum í Føroyum, og tí eru løgreglufólk noydd at traðka til, tá tað er neyðugt.

 

- Í hesum førinum var tað so inni í einum húsum. Men var tað úti á einum vegi, og viðkomandi persónur fór út og gjørdi skaða á onkran, og vit ikki høvdu handlað tá - til dømis við at tað verður skotið eftir viðkomandi - so hevði tað verið juridiskt, men ikki minst sálarliga, skeivt. Vit eiga at steðga ein tílíkum persóni, og tað vita vit av.

- Vit vita, at vit kunnu koma í klemmu; at fólk royna at gera skaða á okkum, tí at vit eru tey, ið skulu eftir teimum. Tað er ein partur av game'inum. Tað vita vit av. Tað er bara umráðandi, at vit hava gjørt upp við okkum sjálvi, at soleiðis er tað, og vit kunnu ikki pakka saman. Tað eru vit ella eingin.

 

Tað skal nógv til, áðrenn skotið verður

Tað skal heilt nógv til, áðrenn eitt løgreglufólk kann trekkja pistólina og skjóta, sigur Absalon Áargarð. Danska politilógin er ikki galdandi í Føroyum, men skjótireglugerðin hjá løgregluni í Føroyum, sum lýsir umstøðurnar, har pistólin kann trekkjast, er sera lík tí, ið verður lýst í politilógini.

 

Í reglugerðini stendur millum annað, at skotvápn kunnu einans nýtast til at "afværge et påbegyndt eller overhængende" álop á fólk ella týðandi samfelagsstovnar. Absalon Áargarð vísir til orðingina í reglugerðini og ger greitt, at har eru serlig krøv, ið skulu vera uppfylt, áðrenn pistólin kann nýtast.

 

- Tað eru tvey ting í reglugerðini, ið eru umráðandi at leggja til merkis. Tað er ikki so, at okkurt kann henda um eina løtu. Tað skal vera okkurt, sum hendir beint nú, tá tú stendur í støðuni. Hitt er, at talan skal vera um eitt vandamikið álop. Tað er komið fyri, at føroysk løgreglufólk hava staðið í teirri støðuni, at skjótireglementið er uppfylt.

- Eingil vil brúka eitt skotvápn móti onkrum øðrum, uttan at tað er absolutt neyðugt. Tað vil eingin, heldur ikki politistar. So tá tað einaferð verður valt at skjóta, so er tað ikki bara tí, at reglurnar eru uppfyltar - tær eru ordiliga uppfyltar.

 

Venjingin er umráðandi

Tað er heilt sjáldsamt, at løgreglufólk verða noydd at nýta pistól í Føroyum, og tí er venjingin tað, ið løgreglufólk hava at fyrihalda seg til. Venjingin er góð, tí at hon fyribyrgir, at løgreglufólk taka skeivar avgerðir, tá tey eru í einari kroystari støðu, sigur Absalon Áargarð.

- Øll løgreglufólk fáa ta frálæru og skjótivenjing hvørt ár, sum er galdandi fyri øll løgreglufólk. Haraftrat eru nøkur, ið fáa eykaundirvísing í at brúka skotvápn, fáa oftari venjingar og aðrar taktiskar venjingar. Skjótivenjing er bara ein partur av venjingini. Hvussu flytir tú á einum tílíkum staði, hvussu arbeiða fólk, tá fleiri arbeiða saman, hvør hevur hvørja uppgávu og so framvegis.

Absalon Áargarð vísir á, at sum løgreglufólk vónar tú, at tú ongantíð fært brúk fyri venjingini. - Tá tørvur hinvegin er á henni, so er gott, at venjingin situr í merginum.

 

Skeivt inntrykk av miðlaumrøðu

Absalon Áargarð vil ikki leggja aftrat málinum sjálvum, nú kanningararbeiðið er farið í gongd. Men umboðandi starvsfólk hjá løgregluni vil hann gera vart við, at fleiri løgreglufólk sita eftir við kensluni, at tann boðskapurin, sum fyrst varð miðlaður út, var, at ein løgreglumaður fekk eitt lítið prus, og síðani varð valt at svara aftur við einum skotriðili móti manninum, ið skjeyt.

 

- Tað, sum hevur verið sagt, er, at ein løgreglumaður fekk ein lítlan skaða í kjálkan. So sita fólk kanska og halda, at tað, sum hevur verið brúkt móti løgreglumanninum, hevur verið eitt pinkalítið vápn, ein luftbyrsa ella líknandi. Tað er ikki tilfeldið, sigur Absalon Áargarð.

 

Vísandi til, at tað kom undan kavi til grundlógaravhoyrið týsdagin, at løgreglumaðurin hevði fingið tvey høgl í andlitið, men í minsta lagið 30 høgl høvdu rakt hjálmin, sigur Absalon Áargarð, at talan var altso um álvara.

 

- Orsøkin til, at løgreglumaðurin fær eitt prus, er ikki, at hesin persónurin ikki hevur gjørt tað nóg álvarsamt. Tað er, tí at útgerðin - hjálmar og onnur útgerð - hevur vart teir so væl. Støðan kundi verið nógv verri, um hatta rakti aðrastaðni.

- Skjótireglementið er ikki bara uppfylt, tað er væl og virðiliga uppfylt, sigur Absalon Áargarð.