Endamálið við hesi nýgeran er at tryggja eina einsháttaða mynd av danska politinum.
Ríkispolitichefurin, Torsten Hesselbjerg, sigur, at búnin og búmerkið hjá politinum eru ein týðandi partur av hvussu fólk síggja løgregluna. Tí er tað týdningarmikið, at sniðið, ið løgreglan nýtir, sendir tey røttu tekinini út til fólk, soleiðis at eingin ivast í, at talan er um løgregluna í Danmark, tá tey síggja sniðið. Tekinini skulu vera, at talan er um ein rættarverjandi myndugleika, ið hevur autoritet og sterka søguliga støðu, samstundis sum hann eisini er ein nýmótans felagsskapur.
Nýggja búmerkið verður at síggja á bilum, búnum, motorsúkklum og øðrum hjá løgregluni.
Grundliturin er myrkabláur, við einum nýggjum búmerki og nýggjum vápnaskjøldri, nýggjum prýði og nýggjari skrift.
Reyði tráðurin í nýggja sniðinum hevur verið sjónligheit, trygd og at fólk skulu kenna løgregluna aftur.
Sum nakað nýtt vera týðilig endurskin eisini at síggja á politibilum.
Útskiftingarnar fara at koma so við og við sum útgerðin hjá løgregluni treingir til at skiftast.
Í Føroyum skiftir løgreglan ham í komandi ári.