Løgreglan skeyt sinnissjúkan mann

Maðurin, sum særdi tveir løgreglumenn á Nørrebro í gjárkvøldið, var sinnissjúkur og skuldi tvangsinnleggjast Tá teir báðir løgreglumenninir komu eftir manninum, leyp hann á teir við einum stórum knívi. Tað eydnaðist honum at særa báðar løgreglumenninar í høvdið, men tá hann eisini fekk tikið skammbyrsuna frá øðrum løgeglumanninum, skeyt hin hann.

Sambært løgregluni varð maðurin raktur í bringuna, búkin og økslina, og hann doyði stutt eftir. Teir báðir løgreglumenninir vórðu fluttir á Ríkissjúkrahúsið, men teir vóru ikki í lívsvanda.

Ríkisákærin skal nú kanna tilburðin. Tað verður altíð gjørt, tá danskir løgreglumann lata skot av, men ein talsmaður fyri løgregluna segði í gjárkvøldið, at løgreglumaðurin, sum skjeyt, gjørdi tað í sjálvverju.

Tann sinnissjúki maðurin var 32 ára gamal. Hann hevði hanvt álvarssamar sálarligar trupulleikar eftir at hava verið hermaður í Bosnia seinast í nítiárunum, sigur ein talsmaður hjá herinum.