Í morgun fekk løgreglan í Maniitsoq í Grønlandi eina fráboðan um, at ein maður í endanum av 30-árunum var sæddur við knívi við Annertusoqvegin í býnum.
- Vit mettu, at neyðugt var at skjóta ávaringarskot og síðan eitt skot í armin á manninum fyri at steðga honum. Maðurin varð særdur og fluttur á sjúkrahús.
Løgreglan í Grønlandi upplýsir í tíðindaskrivi, at maðurin ikki er í lívsvanda, men annars vil løgreglan í løtuni ikki gera fleiri viðmerkingar til hendingina.