Týsdagin fekk G! Festival leiðslan at vita frá løgregluni, at festivalurin hóskvøldið ikki kann halda longri á enn kl. 02:15 í Grundini Boðini frá løgregluni siga, at hvørki tónleikur ella skeinking verður loyvd eftir kl. 2:15. Hetta gongur útyvir skránna, sum eftir ætlan skuldi halda á til kl. 04.00.
- Vit harmast sjálvandi at avgerðin hjá løgregluni kemur, eftir at vit
hava kunngjört skránna. Men vit virða teirra avgerð. Tíbetur er tað bert diskotekið í Grundini sum verður rakt og tónlekurin á teimum báðum störru pallunum verður sambært skránni so leingi sum ætlað. G! Festivalurin hevur lovyið at halda á so longi, sum upprunaliga ætlað bæði fríggja- og leygarkvøldið, skrivar G! á heimasíðuni.