Løgreglan á skeið um arbeiðsumhvørvi

Løgreglan í Føroyum hevur seinastu tíðina verið á skeið hjá Arbeiðseftirlitinum og donskum serfrøðingum um arbeiðsumhvørvi

SKEIÐ

Heldur fyrivarin enn eftisnarin.
Tugda orðafellið kann væl nýtast í hesum samanhanginum. Føroyska løgreglan, sum vanliga hevur eftirlit við øllum okkum, hevur seinastu tíðina hugt meira at sær sjálvum.
Evnið er arbeiðsumhvørvi. 23 fólk frá løgregluni í Føroyum hava verið á skeið. Við á skeiðinum eru fólk frá Arbeiðseftirlitinum og tveir lærarar av Politi skúlanum í Danmark.
Luttakararnir á skeiðnum eru bæði løgreglufólk og skrivstovufólk hjá løgregluni.
Skeiðið er í trimum pørtum. Tann fyrsti parturin er eitt innleiðandi skeið, har skeiðsluttakararnir fáa frálæru um arbeiðsumhvørvi.
Í tí næsta partinum gera luttakararnir nakrar uppgávur um evnið, sum teir seinni leggja fram. Uppgávurnar verða loystar í bólkum, og tær eru ymiskar, men hava allar okkurt við arbeiðsumhvørvi at gera.
Síðsti parturin av av skeiðinum hevur verið hildin hesa seinastu vikuna. Her verða uppgávurnar lagdar fram og tikið verður saman um.

Strongt arbeiðspláss
Uni Vestureið, politiinspektørur, sigur, at arbeiðið sum løgreglufólk kann stundum vera rættiliga hart og ógvusligt, og hetta kann merkja starvsfólkini.
?At vit halda hetta skeiðið skal ikki skiljast sum um, at vit hava trupulleikar við arbeiðsumhvørvinum hjá løgregluni, men vit royna allatíðina at betra arbeiðsumhvørvið, sigur Uni Vestureið.
Hann sigur, at skeiðið er fyribyrging fram um annað.
Teir 23 luttakararnir hjá løgregluni eru øll fólk, sum hava við trygdarskipanina hjá løgregluni at gera.

Góðar umstøður
Bæði Uni Vestureið og Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum, eru samdir um, at arbeiðsumstøðurnar hjá løgregluni í Føroyum eru góðar.
?Tað er bert trupulleikar við hølisviðurskiftunum á støðini í Havn, sigur Uni Vestureið.
Karl Joensen fegnast eisini um, at løgreglan hevur tikið hetta stigið.
?Vanliga tá vit hava skeið, so eru tað nøkur frá ymsum arbeiðsplássum. Vit hesum fáa vit samband við alt arbeiðsplássið, og hetta lættir um hjá okkum, tí vit kunnu ikki vera allastaðni, sigur Fanny Kruse, sum starvast við kunning og undirvísing hjá Arbeiðseftirlitinum.
Í 2002 hevði løgreglan í Føroyum seksi mál undir hond, sum høvdu við arbeiðsumhvørvi at gera. Hesi málini endaðu øll við bót.
Men hóast eftirlitið stendur við, so síggja skeiðsluttakararnir fegnir, at størri dentur verður lagdur á tað fyribyrgjandi.
Trygdaruppgávurnar hjá einum arbeiðsplássið skal liggja hjá arbeiðsplássunum, sigur Karl Joensen.
Kravt er, at hvørt arbeiðspláss hevur trygdarumboð. Er arbeiðsplássið størri enn tjúgu starvsfólk krevst ein trygdarskipan.
Karl Joensen eggjar staðiliga øllum arbeiðsplássum at tryggja sær síni viðurskifti við arbeiðsumhvørvi.
Men rákið er tann rætta vegin, haldi bæði Karl Joensen og donsku undirvísararnir, Bjarne Gosvig og Jørn Bertelsen.