Løgreglan skal sleppa at lurta

Ein møguleiki, Annika Olsen arbeiðir við í royndunum at basa rúsevnasmuglingini, er at geva løgregluni størri heimildir at eygleiða fólk og til at lurta eftir telefonum og fartelefonum.
- Hesar møguleikar hevur løgreglan ikki í dag
Jenis av Rana mælir til, at Annika Olsen beinleiðis setir ein vanlukkubólk á stovn við einum umboði úr hvørjum politiskum flokki, ið skal hava til høvuðsuppgávu at berjast ímóti rúsevnum og at koma við tilmælum um, hvørji tiltøk skulu setast í verk.
Hann mælti eisini til at útvega fleiri hassjhundar, so at smuglarar aldrin kundi føla seg tryggar, tá ið teir koma til landið.
Floksfelagið hansara, Bill Justinussen bað hana eisini umhugsa eina skipan, tey hava í øðrum londum. Og tað er, at fólk, sum melda rúsevnasmuglarar og seljarar, fáa peningaliga virðisløn afturfyri.
Tórbjørn Jacobsen helt, at vit eiga at seta eina kanning í verk fyri at kanna út í æsir, hvat tað er, sum ger, at tørvurin at doyva seg við rúsevnum, alsamt veksur.
Annika Olsen afturvísti ongum av hesum.
- Eg haldi, at vit eiga at taka øll amboð í nýtslu, tí í einum lítlum samfelag, sum okkara, skal so lítið til, áðrenn ungdómurin fer fyri skeyti.
Serliga helt hon, at uppskotið hjá Tórbjørn Jacobsen var skilagott, tí tað kundi givið okkum eina greiða mynd av orsøkini til misbrúkið.
Avleiðingarnar av rúsevnamisnýtslu eru vanlukkuligar, bæði fyri einstaklingin, fyri familjuna og fyri samfelagið.

Lætt at verja Føroyar
Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, undrast á, at tað eru so nógv rúsevni í landinum, sum fráboðað er.
Hann heldur nevniliga, at Føroyar átti at verið eitt lættasta landið í verðini at vart ímóti rúsevnum, tí møgulekarnir at koma til landið eru so fáir.
- Tað eru bara tveit mátar at fáa rúsevni til Føroyar og tað er við flogfari og við skipi.
Øll, sum koma við flogfari, skulu ígjøgnum eina og somu hurð vesturi í Vágum og tey flestu skipini leggja at á Bursatanga.

16 ár
Seinastu árini eru fleiri tiltøk sett í verk í eini roynd at basa smuglingini av rúsevnum. Eitt nú eru revsingarnar munandi harðari nú.
Fyrr bar ikki til at fáa meiri enn 10 ár í fongsul fyri at bróta lógina um rúsevni, nú kann revsingin verða heilt upp í 16 ár í fongsul.
Annars er løgreglan við í SSP, sum er samstarv ímillum skúla, almannaverk og løgregluna og í PSP, sum er samstarv ímillum løgreglu, almannaverk og heilsuverkið.
Endamálið við hesum samstarvi er at fyribyrgja, at ung koma í óføri av rúsevnum, rúsdrekka og øðrum ólógligum.
Somuleiðis hevur Annika Olsen eisini lagt uppskot fyri Løgtingið at gera eina DNA skráseta føroyingar, sum verða tiknir fyri lógarbrot uframt at løgreglan fær betri umstøður at rannsaka fólk kropsliga.
Les eisini greinina: Annika í hernað ímóti smuglarum.