Løgreglan skal miðsavnast

Arbeitt verður við bygnaðarbroytingum í løgregluni, sum kunnu hava við sær, at løgreglan í Vágum verður minkað niður í helvt, og sýslumaðurin í Vestmanna verður fluttur til Havnar

Útlit eru til, at sýslumansembætið í Vestmanna saman við helvtini av løgreglumonnunum í Vágum verða flutt til Havnar á nýggjárinum. Arbeitt verður við bygnaðarbroytingum í løgregluni í Føroyum.
Mogens Nepper Christensen, fúti, váttar at arbeitt verður við bygnaðarbroytingum, men er annars rættiliga fáorðaður um ætlaninar, sum eru í gongd.
Hann sigur, at hann sum fúti hevur ábyrgd av at gagnnýta teir pengar, hann hevur, og at ein bygnaðarbroyting, har Vágar og Norðurstreymoy eru við í, er ávegis.
Hann vil kortini hvørki vátta ella avsanna, um sýslumansembæti í Vestmanna skal til Havnar, ella um helvtin av løgreglumanningini í Vágum eisini skal flytast til Havnar. Hann sigur bara, tað verður arbeitt við eini broyting, sum er møgulig, nú samferðlsumøguleikarnir eru broyttir so nógv í seinastuni. Har sipar hann skilliga til Vágatunnilin.
Spurdur, um tað fer at ávirka eitt nú trygdina á flogvøllinum, um løgreglumanningin í Vágum verður minkað niður í helvt, vísir Mogens Nepper Christensen aftur til, at ætlanin bert er á pappírinum enn, og at eingin endalig støða er tikin.

Politiskt mál
Tað fer ikki aftur við uttan viðmerkingar, at talan kann gerast um at leggja sýslumansembætið í Vestmanna niður, sigur sambandstingmaðurin fyri Norðstreymoy, Olav Enomoto. Hann ætlar saman við Bárði Nielsen, at taka málið upp politiskt.
Olav Enomoto sigur, at teir hava tosað saman um hesar ætlanirnar, sum eru á veg. Og teir ætla ikki at góðtaka tær bara soleiðis uttan víðari, skilst á honum.
Hann vísir á, at ein miðsavnan av løgregluni stríðir beint í móti tí, sum Rigspolitichefen í Danmark hevur sum sín almenna politikk á økinum. Nevniliga at útbyggja tað, danir nevna »nærpoliti«. Tað ræður um at hava so nógvar smáar støðir so víða sum gjørligt. Soleiðis at fólk alla tíðina vita av løgregluni.
Olav Enomoto vísir á, at sýsluskrivstovan í Vestmanna hevur fingið tillagdar ymsar avgreiðslur, sum saktans kunnu liggja aðrastaðni enn á eini høvuðspolitistøð í Havn. Og nú arbeitt verður við at útbyggja edv-kervið hjá løgregluni, eru argumentini fyri flyting upp aftur veikari, heldur hann.
Hóast Mogens Nepper Christensen, fúti, sigur, at einki er avgjørt enn, men at alt liggur á einum skriviborði, sigur Olav Enomoto seg hava frætt um eitt liðugt dokument, sum longu er latið ríkispolitiovastanum í Danmark til avgerðar.
Fútin váttar, at ríkispolitiovastin er kunnaður um, at bygnaðarbroytingar eru á veg í Føroyum.

Andsøgn
Tað stendur í andsøgn til kjakið um nullhugsjónina í ferðslutrygdini, sum nú verður so nógv umrødd, at flyta løgregluna mestsum alla til Havnar.
Har verður lagt upp til at so nógv fyribyrging sum gjørligt skal minka um ferðsluvanlukkur. Og besta fyribyrgingin yvirhøvur í ferðsluni, er at síggja so nógv politi sum gjørligt, so víða sum gjørligt. Men tá alt ella mestsum alt politi verður tikið úr økjunum, fellur tað argumnetið eisini til jarðar.
Sýsluskrivstovurnar hava eisini uppgávur, sum ikki eru danskar burturav og tískil ikki liggja undir løgregluni sum so.
Eitt nú er sýslumaðurin lokalur friðingarmyndugleiki. Hann umsitir grindareglugerðina, herundir býti. Og hann skal millum annað eisini skipa fyri grannastevnum og tílíkum málum. Júst í slíkum málum er tað ein avgjørdur fyrimunur at hava lokalkent fólk at standa fyri, sigur Olav Enomoto, løgtingsmaður.
Um ætlanin so er at gera ein nýggjan stovn til at taka sær av slíkum, veit eingin enn at siga, men um so verður, verður tað neyvan nøkur sparing í tí.