Løgreglan skal leita eftir skøkjum

Hóast norska Stórtingið fyri einum hálvum ári síðani samtykti eina lóg, sum bannar fólki at keypa sex, so eru framvegis nógvir seljarar í miðbýnum í Oslo Síðsta leygarkvøld taldi ein áhugafelagsskapur ikki færri enn 121 kvinnur, sum gingu í miðbýnum og bíðaðu eftir keyparum.

Talan var serliga um kvinnur úr londum í Eysturevropa og úr Nigeria.

Ein talsmaður fyri løgregluna í Oslo sigur við Aftenposten, at talið er størri, enn løgreglan hevur hildið. Hann sigur, at løgreglan fer nú at halda eyga við støðuni við at herða eftirlitið í miðbýnum í Oslo.