Løgreglan skal leggja hald á ólógligan grindareiðskap

GRINDADRÁP Grindareglugerðin skal verða strangari, heldur formaðurin í Grindamannafelagnum

- Tað er alneyðugt at broyta grindareglugerðina so at hon verður strangari.
Tað staðfestir Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum.
Felagið hevði aðalfund leygardagin og formaðurin brúkar hetta høvi til at heita á politikararnar um at herða grindareglugerðina.
Tað, sum hann serliga hugsar um, er, at broyta reglugerðina, at tey nýggju amboðini, blásturkrókurin og mønustingarin verða tann kravdi og lógligi grindareiðskapurin hereftir.
Samstundis skal tað bara vera loyvt at brúka vanliga grindakrókin, ella sóknarongulin, í heilt serligum føri, og tað sama skal vera galdandi við vanliga grindaknívinum.
Ólavur Sjúrðarberg heldur, at harafturat skal løgreglan hava heimild til at leggja halda á ólógligan grindareiðskap á staðnum.
Hann vísir á, at mønustingarin verður nógv brúktur, men í grundini er hann ikki lógligur, tí hann er ikki umfataður av grindaregluni um góðkendan og kravdan grindareiðskap.


Hann heldur, at tað er alneyðugt, at hesar broytingar verða gjørdar, tí umvhvørvisfelagsskapir, og útlendingar sum heild, fylgja ógvuliga neyvt við, hvussu vit fara fram í sambandi við grindadráp.
Tí er tað neyðugt, at alt okkara arbeiðið í grind verður gjørt samvitskufult og lítaleyst, leggur formaðurin afturat.
- Traðka vit eitt lítið sindur skeivt, gera teir vart seg alt fyri eitt.
Somuleiðis vísir hann á, at ítøkilig mát eru gjørd fyri, hvussu mønustingarin skal síggja út, fyri at lúka krøvini.
Annars heldur Grindamannafelagið, at allir føroyingar fáa sín lut í grindabýtinum.
Allar grindir kunnu sjálvandi ikki býtast til øll, men eftir ávísum mannagongdum eigur at verða skipað so fyri, øll fáa grind onkuntíð.
Í Suðuroy og í Sandoy eru fastar skipanir við heimapørtum, men tað verður ikki brúkt so nógv aðrastaðni, hóas tað meiri enn so kemur fyri.
- Í veruleikanum er alt meginøkið, úr Bø til Viðareiðis, eitt grindaøki. Samstundis eru hvalvágirnar í grundini ogn Føroya fólks og ikki ogn hjá einstøku kommununum.
- Tí eiga vit at gera meiri burtur úr at býta grindina javnari ímillum økini, so hóast ein grind doyr í Vágum, kann ein partur av henni fara í Eysturoy ella í Norðoyggjar.
Tað verður brúkt eitt sindur nú, men tað kundi verið meiri skipað og miðvíst, heldur Ólavur Sjúrðarberg.
Men hetta skal ikki við í sjálva grindareglugerðina, tí hetta eitt mál, sum liggur hjá sýslumonnunum.

Mugu tola atfinningar
Ólavur Sjúrðarberg heldur, at tað skal eisini standa beinleiðis í grindareglugerðini, hvussu farast skal fram, tá ið grindir verða merktar.
Tað sigur hann í kjalarvørrinum á hendingini í Hvalba í heyst, har ein grind, sum var merkt, ikki vildi aftur til Havs, men endaði á turrum uppi á sandinum.
Ein merkt grind er friðað og tískil kundu grindamenn ikki taka lívið av hvalunum og tað gingu fleiri tímar til Náttúrugripasavnið gav loyvi til at drepa grindina.
Men at vit skulu halda upp at at drepa grind, vil formaðurin í Grindamannafelagnum ikki hoyra talan um.
Hetta er ein partur av okkara mentunararvi, samleika og sjálvsagda rætti, sigur hann.
- Tá ið umhvørvisfólk eru her, taka vit altíð væl ímóti teimum og greiða teimum frá, hvat vit gera, og at vit hava rætt at veiða á sama hátt sum fólk aðrastaðni eisini eiga henda rættin
- Vit skulu altíð lurta og tola at fáa viðmerkingar og atfinningar.
- Tað kunnu vit brúka til støðugt at eftirmeta og gera neyðugar ábøtur í grindareglugerðini, tó onki er so full¬fíggjað at tað ikki tolir tillaðingar, sigur Ólavur Sjúrðarberg.

Nýggjur nevndarlimur

Grindamannafelagið fekk ein nýggjan nevndarlim á aðalfundinum leygardagin.
Á fundinum gjørdi Andras Joensen í Klaksvík, greitt, at hann tók ikki við afturvali og fyri hann varð Elmar Simonsen í Hvannasundi valdur í nevndina.
Annars eru nevdarlimirnir í Grindamannafelagnum hesir: Ólavur Sjúrðarberg, Leirvík, form. Regin Jespersen, Sørvágur, skrivari, Hans J. Hermansen, Tórshavn., kassameistari,
Hanus Højgaard, Tórshavn, Gutte Guttesen, Bøur, og Elmar Simonsen í Hvannasundi.
Annars skal nevndin skipa seg av nýggjum eftir aðalfundin, men tað er ikki hent enn.

LES EISINI: Skulu tryggja at grindin fer aftur til havs