Løgreglan sigur at tað kundi endað við eini vanlukku

Løgreglan hevur eina staðiliga staðiliga áheitan á tey, sum koyra treylara

– Tað kundi lættliga endað við eini vanlukku. Tað sigur løgreglan um eina hending í gjár, har ein bilførari var rættiliga heppin.

Talan var um ein bilførara, sum var farin úr Havnini og norður eftir beint eftir arbeiðstíð í gjár. Líkindini vóru ring, tað var bæði vindur, regn og myrkt, so at sýnið varð ringt.

Tá ið bilførarin er komin á Skarvsoyri, beint norðan fyri hvalastøðina og Dugna við Áir, kemur ein treylari ímóti honum.

– Beint sum treylarin fer fram við, merkir bilførarin ein harðan brest í bilinum, og tá ið hann fer út at kanna málið, vísir tað seg at okkurt er fokið av treylaranum og hevur rakt bilin framman, so at hann hevði fingið skaða.

Bilførarin sigur, at tað hendi so knappliga, at hann sá ikki, hvat tað var fyri ein treylari, og tí veit løgreglan heldur ikki, hvør tað var.

Men løgreglan sigur, at hevði tað, sum feyk av treylaralastini, rakt ett sidur ovarligari enn tað gjørdi, so at tað kom í rútin á bilinum, og ikki í gronina, kundi tað lættliga enda við eini vanlukku.

Men løgreglan leggur dent á, at at tann, sum koyrir við farmi, hevur skyldu til at tryggja sær, at einki dettur av lastini, og tískil skal farmurin surrast væl, serliga nú tað er so nógvur vindur.

Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið stak friðarligt í nátt. Tað hevur verið ringt veður, og tað fekk tey allarflestu at halda seg innandura, so tað var at kalla einki fólk í býnum í nátt.