–Tað er ikki ólógligt at útgeva seg fyri at vera ein annar á netinum, sigur Hildur Hentze, leiðari á kanningardeildini á løgreglustøðini í Havn. Orsøkin er, at tað ikki er nøkur lógargrein í revsilógini, sum løgreglan fær dømt eftir, tá eins samleiki verður stolin á sosialu miðlunum.
Hon greiðir frá, at tað ikki er nógv viðkomandi, sum verður útlagdur sum verandi avsendari, kann gera í slíkum føri annað enn at boða viðkomandi plattforminum frá, at ein falskur profilur er stovnaður.
Hildur Hentze sigur, at tá løgreglan setur seg í samband við hesar plattformarnar, so hoyra tey vanliga onki aftur og fáa ikki upplýsingar, sum teimum tørva í slíkum málum. Slíkir plattformar – so sum Facebook og Snapchat – hava ofta ta mannagongd, at fólk sjálvi skulu melda ein falskan profil.
Eitt slíkt mál kann tó koma undir ærumeiðing, og tá skal viðkomandi, hvørs samleiki er stolin, av sínum eintingum finna sakførara og fara víðari við sakini. Tvey undantøk eru, og tað er um brot á §266a ella á §266b. Er viðkomandi, hvørs samleiki er stolin, í almennari tænastu og missir mæti, so kann løgreglan taka málið upp. Men annars er talan um privata ákæru, og ein onnur lógargrein í revsilógini má kunna knýtast at, um løgreglan skal kunna gera nakað við málið.
Hildur Hentze sigur, at talan bert er um lógarbrot, um viðkomandi við falska profilinum ger eitthvørt ólógligt, men tað skal nógv til, leggur hon afturat.
Kennir móttakarin seg at hava verið fyri ágangi - so sum blygdanarskemd - við at hava fingið myndir og annað tilfar sendandi, so skal móttakarin av tilfarinum melda til løgregluna. Tá er eisini vandi fyri, at viðkomandi, hvørs samleiki er stolin, eisini verður kannaður og ótærrvíst endar í revsimáli, greiðir hon frá
– Er ein falskur vangi stovnaður og verður nýttur til at viðmerkja og senda tilfar, sum ikki er ólógligt, so kemur tað altso undir privata ákæru. Vit kunnu øll verða samd um, at tað er langt úti, at fólk gera slíkt, men tað er ikki ólógligt, staðfestir Hildur Hentze. – Etikkur og moralur mangla á netinum, og vit mangla ein dagførda lóggávu á økinum, leggur hon afturat