Løgreglan sóknast eftir eigaranum

Hvør eigur hendan hvalin? Nordsjælland Politi eftirlýsir eigaranum av hesum lítla hvalinum, tilevnaður úr hvalatonn.

 

Líkt er til at hvalaprýði er gamalt, telefonnummarið á eskjuni er einans fimm tøl.

 

Prýðisluturin er í varðveitslu hjá Nordsjælland Politi, men teir siga ikki stórt um, hvar luturin er komin frá ella hvussu hann er endaður hjá teimum. Líkt er tó til, at hann antin er funnin ella verið partur av tjóvagóðsið, sum løgreglan hevur lagt hald á.

 

Kennist tú við lítla hvalin ber til at seta seg í samband við Nordsjælland Politi á telefon +45 49 27 14 48.