Løgreglan í Havn sóknast eftir einum grønum Toyota Corolla við nummarspjaldrinum ML 263, sum varð stolin í Djóna í Geilsgøtu í nátt. Eftir døgurða í dag fekk løgreglan fráboðan um ferðsluóhapp við Eystara Ringvegin, har ein bilur hevur koyra eina munandi longd av hegni niður, umframt okkurt skelti.
Løgreglan hevur staðfest, at talan er um stolna bilin, men higartil er eingin farvegur eftir honum. Løgreglan heitir tí á fólk um at boða frá,, hava tey sæð bilin ella nakað, sum kann geva eina ábending um, hvar bilurin er.
Eisini verður sagt av løgreglustovuni, at teir mikudagin tóku upp ein brúnan, svartan og hvítan Border Collie, sum nú stendur til at verða avlívaður. So um onkur saknar ein slíkan hund, er at gera vart við seg beinanvegin, so at hundurin ikki verður avlívaður.









