Fyri løtu síðani sóust politibilar fara ýlandi gjøgnum býin og teir steðgaðu mitt í býnum í Havn.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at fráboðan kom um, at ein ungur maður, sum er kenningur hjá løgregluni, gekk ørur í miðbýnum í berum yvirkroppi og var illur í sær.
- Fólk vórðu fjálturstungin, men vit halda ikki hann gjørdi nøkrum nakað, sigur løgreglan, sum var skjót á staðið.
Løgreglan koyrdi síðani unga mannin á Landssjúkrahúsið. Hildið verður, at hann var ávirkaður av rúsevnum av onkrum slag.
Meira um hetta um eitt bil.