LØGREGLA
Leygarmorgunin um fýratíðina rendu tveir bilar í Klaksvík frontalt á hvønn annan, og sjúkrabilur kom á staðið.
Eisini í R.C. Effersøesgøtu í Havn bóru tveir bilar við hvønn annan um næstan sama mundið.
Sunnunáttina stutt eftir midnátt hendi eitt ferðsluóhapp í Leirvík, har ein bilur fór oman av vegnum og endaði næstan á sjónum. Sjúkrabilur kom á staðið, og tað gjørdi sløkkilið eisini, ið surraði bilin, so hann ikki gleið á sjógv.
Trygdarbeltið bjargaði
20 minuttir seinni hendi eitt óhapp Millum Fjarða, har ein bilur mátti víkja fyri hálkuni. Bilførarin varð koyrdur á Landssjúkrahúsið.
Um 4-5 tíðina endaði ein bilur á Lambareiði á takinum. Hálka fjaldi vegin og var helst orsøkin til óhappið. Bilførarin fekk tó ongan skaða, tí hann sat í trygdarbelti, sigur løgreglan.
Somuleiðis hendu ferðsluóhapp við Norðskálatunnilin, við brúnna við Streymin og á Velbastaðvegnum í Havn. Í tí síðstnevnda førinum vórðu fólk koyrd á skaðastovuna, og bilførarin innlagdur.
Politiið ofta boðsent
Leygarmorgunin varð politiið boðsent tvær ferðir, av tí at fólk vóru farin til hendurs.
Í Kaldbak varnaðust tey leygardagin, at innbrot hevði verið í skúlanum. Nógv bendir á, at ungfólk hava gjørt hetta, sigur politiið.
Sunnunáttina varð løgreglan í Havn boðsend tríggjar ferðir í sambandi við húsaófrið. Ein 18 ára gamal unglingi, ið hevði dekan ov nógv innanborða og ikki varð mettur at klára seg sjálvan, varð eftir metingum frá lækna innlagdur á Landssjúkrahúsið, til hann varð mettur at vera nóg byrgur at standa á egnum beinum aftur.
Millum klokkan hálvgum 4 og hálvgum 5 noyddist politiið at koma 4 ferðir á staðið við økið kring Auto í Niels Finsensgøtu í Havn, har fólk høvdu lyndi til at brúka hendurnar eitt sindur meira, enn gott var.