Løgreglan var í gjár á Sandi og gjørdu ferðslukanningar, og sigast má, at teir høvdu nokk at gera. Teir vóru í oynni í seks tímar og hesa tíðina vóru steðgaðu teir trimum ATV’um, fýra prutlum og trimum bilum.
Teir tríggir ATV’arnir vóru steðgaðir og førararnir kunnu vænta sær eina rímiliga bót. Eingin av ATV’unum var skrásettur, ei heldur tryggjaður. Eingir av førarunum brúktu hjálm og ei heldur ryggverju, sum lógin krevur. Ein teirra hevði ferðafólk við og ein teirra koyrdi við píkadekkum, har hvørki er loyvt. Harumframt koyrdi tveir teirra við anhengarum, sum ikki vóru skrásettir.
Fleiri prutl vóru steðgaði. Á einum teirra var motorurin broyttur, so tað kundi koyra skjótari enn 30 km/t. Hetta fáa bæði førarin og eigarin av prutlinum bót fyri.
Tveir førarar av prutlum høvdu einki koyrikort. Í teimum førunum høvdu eigararnir av prutlunum heldur ikki tryggjað sær, at førararnir høvdu aldur at koyra prutl.
Fýra onnur prutl koyrdu undan løgregluni, men tað eina teirra varð steðgað.
Ein bilførari varð steðgaður fyri at koyra bil í frádømingartíðini. Hetta verður mett sum eitt størri lógarbrot enn einans at koyra uttan koyrikort. Fyrstu ferð, ein verður tikin fyri hetta, fær ein bót, men eftir tað verður ein revsaður við hefti.
Eitt barn sat leyst framman fyri í einum bili, og fyri hetta fær bilførarin eitt klipp í koyrikortið.
Ein, sum løgreglan steðgaði, uppgav falskt navn fyri løgregluni. Hetta verður hann í fyrsta umfari revsaður fyri við bót, men eisini hetta verður mett sum so álvarsamt, at ein kann verða revsaður við hefti.